02. jul. 2025
Nýtt seksmannafar.
Felagið hevur ognað sær eitt nýtt seksmannafar. Sámal Hansen hevur smíðað og arbeiðið at gera hann kláran er farið í gongd, so báturin kann verða klárur, til komandi kappingarár. Vit í ÍF Kappróðri eiga nógvar góðar eldsálir, ið eru við til at bera felagið, og eru tað hesi, ið taka sær av arbeiðnum at gera bátin kláran.