Búmerkið hjá felagnum

Felagið.

ÍF Kappróður varð stovnað í 2007.

Felagið eigur hesar bátar:

Trý 5 mannafør, Erla Kongsdóttir, Silja og Fenja
8 mannafarið, Gullbrandur
Tvey 10 mannafør, har annað er tað gamla, ið Niklas í Koltri bygdi í 1963.
Eisini er eitt nýtt 6 mannafar bílagt, ið vónandi verður klárt til kappingarárið 2025.
Er man áhugaður í at venja í neystinum, so kann man tekna seg sum lim, við at seta seg í samband við felagið. Limagjaldið fyri hvílandi limir er 250kr um árið, og kostar tað 150kr um mánaðan at nýta venjingarhølið.