Búmerkið hjá felagnum
01. jul. 2025

Varmakelda.

Kappróður á heimasjógvi

Leygardagin verður varmakelduróðurin!

Vit hava tvær manningar við aftur hesa ferð - Erla Kongsdóttir og Gullbrandur. Vit vóna sjálvandi at úrslitini á heimasjógvi verða góð. Kappingarárið er nú hálvrunnið og ein knappur mánaði er til ólavsøku og fjórði róðurin verður rógvin í Fuglafirði.

Í ár hava tit møguleika at keypa atgongumerki til róðurin á netinum. So góðu tit øll, sum hyggja í sjónvarpinum ella út gjøgnum stovuvindeygað: varmakelduróðurin er størsta inntøkan hjá felagnum, og tí hevði tað glett okkum, um tit stuðlaðu! Leinki til atgongumerki

Vónandi koma nógvir fuglfirðingar, norð á kaiina, at stuðla okkara manningum!